Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 15. desember 2022
Tiltak um burðardygd: Veðurlagsbroytingar
Byrjar: hósdagur 15. desember 2022 kl. 14:00

Endar: hósdagur 15. desember 2022 kl. 15:30

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

Hósdagin 15. desember kl. 14:00-15:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um teir mest umráðandi váðarnar hjá eini fyritøku í sambandi við veðurlagsbroytingar og farið verður um, hvørjar týdningar miklar gerðir fyritøkur alt fyri eitt kunnu gera, herímillum at koma í gongd við at gera frágreiðingar um útlát av vakstrarhúsgassi.

 

Skeiðshaldarar eru Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 13. desember kl. 12:00 við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.