Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 23. februar 2023
Ukrainar í arbeiði - kunnandi tiltak fyri arbeiðsgevarar
Byrjar: | hósdagur 23. februar 2023 kl. 09:00 |
|
Endar: | hósdagur 23. februar 2023 kl. 11:00 |
|
Hvar/stað: | Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn |
|
Leinkja: | |
Hósmorgunin 23. februar kl. 9.00 skipa Útlendingastovan og Almannaverkið fyri einum kunnandi tiltaki fyri arbeiðsgevarar, sum hevur til endamáls, at fáa fleiri ukrainar í arbeiði.
Tiltakið verður skipað soleiðis:
- Útlendingastovan bjóðar vælkomin og kunnar stutt um gongdina og arbeiða v.v. móttøku av ukrainum.
- Jette Thulin og Mette Fenger, sum hava drúgvar royndir frá Dansk Flyktningehjælp, kunna arbeiðsgevarar um tað at fáa flóttafólk í arbeiði. Innihaldið er ikki endaliga avgjørt. Ca. 1 tíma.
- Almannaverkið kunnar um teirra arbeiði ísv. móttøku av ukrainum umframt, hvussu starvsvenjingin kemur at virka.
- Spurningar
- Arbeiðsgevarar fáa síðani møguleika at skriva seg upp at fáa fólk í starvsvenjing.