Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 10. mars 2023
Tiltak fyri nevndarlimir
Føroya Arbeiðsgevarafelag vil við hesum bjóða øllum nevndarlimum í feløgunum í Vinnuhúsinum til eitt felags tiltak fríggjadagin 10. mars kl. 14-16.
Byrjar: | fríggjadagur 10. mars 2023 kl. 14:00 |
|
Endar: | fríggjadagur 10. mars 2023 kl. 00:00 |
|
Hvar/stað: | |
|
Leinkja: | |
Endamálið við tiltakinum er, at nevndarlimirnir fáa høvi at hitta nevndarlimir úr hinum feløgunum í Vinnuhúsinum, og at skifta orð um arbeiðið í Vinnuhúsinum. Vit vóna at síggja nógvar nevndarlimir í Vinnuhúsinum henda dagin.
Skráin fyri tiltakið er henda:
- Håkan Ericsson, landsliðsvenjari í fótbólti, hevur framløgu um motivatión og samstarv, og um at skapa eitt vinnaralið.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur fram um arbeiðið í Vinnuhúsinum og framtíðarætlanir.
- Kjak um arbeiðið í Vinnuhúsinum.
Vit vóna at síggja nógvar nevndarlimir til tiltakið, og at fáa góð input til víðari arbeiðið í Vinnuhúsinum.
Aftaná verður kaffi og okkurt afturvið, eins og høvi verður til eitt prát við aðrar nevndarlimir í feløgunum