Ráðgevi til Vinnuhúsið

Ráðgevi til Vinnuhúsið

 

Vilt tú vera við til at framtíðartryggja føroyskt vinnulív til eina burðardygga framtíð? So er eitt spennandi starv leyst at søkja í Vinnuhúsinum!

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið at menna arbeiðið við burðardygd hjá føroyskum vinnufyritøkum. Arbeiðið fevnir m.a. um at

 

     -  skipa førleikamenning um burðardygd fyri limafyritøkur

     -  menna amboð og skabelónir, sum limafyritøkur kunnu nýta

     -  stovna og reka burðardygdsnetverk fyri limafyritøkur

     -  viðgera lógir og kunngerðir

     -  luttaka í verkætlanum, arbeiðsbólkum og nevndum

     -  fyriskipa tiltøk og átøk

 

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

 

Talan er um eitt nýtt arbeiðsøki í Vinnuhúsinum, og tú verður tí við til at skipa økið og menna starvið sjálv/ur, í tøttum samstarvi við leiðsluna í Vinnuhúsinum.

 

Vit vænta, at tú

 

     -  hevur vitan um og/ella royndir við burðardygdsarbeiði, herundir rapportering

     -  hevur hóskandi hægri útbúgving

     -  hevur góð samstarvsevni

     -  hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting

     -  dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst

     -  dugir væl at samskifta og miðla skrivliga og munnliga

 

Tað er ein fyrimunur um tú hevur gott innlit í føroyskt vinnulív, fyrisiting og politisku skipanina, umframt góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti.

 

Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv, í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Løn eftir avtalu.

 

Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 16. apríl á industry@industry.fo.

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Niels Winther, tlf. 739906.