Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 27. mars 2023
Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag
Týskvøldið kl. 18 verður aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag í Vinnuhúsinum.
Havnar Handverksmeistarafelag, sum húsast í Vinnuhúsinum heldur árliga aðalfundin í húsum felagsins týskvøldið kl. 18 tann 28. mars. Skrá er sambært lóg felagsins.
Fyri vali standa Magnus Magnussen, Kartin Lenvig og Pauli Hofgaard.
Nevndin vónar at síggja nógvar limir til aðalfundin.