Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 27. mars 2023
Vinnuhúsið søkir eftir ráðgeva innan burðardygd
Freistin at søkja er 16. apríl.

Alsamt fleiri fyritøkur ásanna, at virksemið hjá fyritøkuni má vera burðardygt, fyri at framtíðartryggja bæði heimin vit búgva í og fyritøkuna. Tí søkir Vinnuhúsið nú eftir ráðgeva innan burðardygd, sum skal vera við til at stuðla fyritøkunum í teirra kós á burðardyggu leiðini.

 

Lýsingin eftir ráðgeva sæst her.

 

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, sigur í hesum sambandi:

 

“Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagið sær burðardygd sum eitt strategiskt týdningarmikið øki fyri okkara limafyritøkur. Tí halda vit, at Vinnuhúsið eigur at verða við til at stuðla limunum í tí megnartaki tað er at seta sær mál fyri og skjalprógva burðardygdina í virkseminum. Burðardyggar fyritøkur er meira enn eitt buzzword, tað er framtíðin! Tað er eingin orsøk til føroyskar fyritøkur ikki skulu kunna vera fremst og vísa vegin á hesum øki. Tað kann eisini geva okkum ein kappingarfyrimun, um vit eru frammaliga á hesum økinum.”

 

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, leggur afturat:

 

”Vit síggja, at alsamt fleiri fyritøkur vísa áhuga fyri at flyta seg longur fram á leið í teirra arbeiði við burðardygd. Samstundis eru eisini nógv ivamál, sum fyritøkurnar sita við. Við at seta ein ráðgeva í starv ætla vit at lækka gáttina fyri at fara í gongd, og at stuðla teimum fyritøkum, sum longu eru farnar í gongd og komnar nakað áleiðis.”

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi