Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 03. apríl 2023
Yvirlit yvir frídagar
Nú páskirnar eru fyri framman eru nakrir lógar- og sáttmálaásettir frídagar, sum arbeiðsgevarin má fyrihalda seg til. Á heimasíðu okkara er eitt yvirlit yvir hesar frídagar.

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.

 

Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
  • Samverk


Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

 

 

        - Føroya Flogteknikarafelag

        - Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)

        - Føroysk Miðlafólk

 

Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

 

yvirlit yvir lógar- og sáttmálaásettir frídagar her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi